Hvar er bilettin?

Orð: Ókendur
Lag: Svensk fólkavísa frá 1881
Týtt: Kajfinn Hammer

1. “Hvar er bilettin? Og hvagar skalt tú?”
– “Jú, eg skal við upp til Himmalin!”
“Men hvussu skalt tú tó hagar koma
við hesum tokinum, lítla mín?”
– “Jú, sært tú, mamma hon sang so ofta
um Jesu “jarnbreyt” til Himmalin!

2. Fer hetta tokið ei upp til Himmals?
Og sást tú ikki, at hon var við?
Tað var, sum skuldi hon út at ferðast,
tá ið hon doyði – eg slapp ei við!
Nú vil eg við heim til mammu fara,
tí upp til Jesus meg hugur ber!”

3. “Sig mær, nær komst tú á hesar tankar,
mín lítli vinur, á, sig mær tað?”
– “Jú, sært tú, mamma hon sang um Jesus,
at Hann er leiðin til Himmalin!
At Hann á krossinum hekk og bløddi
av kærleika til tín og mín!

4. Alt er so trist og so tómt har heima,
nú síðan mamma ei er har meir!
Frá tí, hon doyði har finnist eingin,
sum við mær syngur og biður meir!
Eg kann ei longur har heima vera,
á veg mót Himli eg eri nú!

5. Her eri eg nú við mínum pjøkum,
á, lat meg sleppa til Himmalin!
Í “Himmaltokinum” frítt øll ferðast,
so sang mín mamma av hjarta glað!
Sig, syngur tú fyri barni tínum
um Jesu “jarnbreyt” til Himmalin?

6. Sig, eigur tú onga lítla dóttur?”
– “Á, jú, men hon er hjá Guði nú!”
“Fór hon til Jesus við hesum toki?
Skal eg frá tær henni bera boð?
Kann eg har siga: Eg sá tín pápa
í sama toki á veg til Guð?”

7. “Jú, víst, mín lítla, sig míni dóttur,
at pápi hennara ei vil meir
á syndavegnum mót glatan ganga,
men hevur vent sær til Kristus nú!
Ja, heilsa henni, at hann frá nú av
er við í “tokinum” heim til Guð!”

8. Og hesin heilt lítli pílagrímur
seg legði niður, og skjótt hon svav!
Og konduktørurin hana ballar,
– hann eina dóttur nú aftur fær!
Hjá honum varð hon tó ei so leingi,
bert nakrar dagar, so bleiv hon sjúk!

9. Hon skjótt kom við upp í “Himmaltokið”
og ferðing hennara bleiv ei long!
Í Frelsta Skaranum stendur hon nú
og syngur Guði ein nýggjan song!
– Mín vinur, tú, sum á sangin lýður,
skalt tú í Himmalin koma við?

FavoriteLoadingGoym tekstin