Hvar er mítt vilsta barn í dag

Robert LowryVictor Danielsen
Orð og lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvar er mítt vilsta barn í dag,
tað barn, sum mín gleði var,
tað barn, sum, frá tí mær Gud gav tað,
í bøn eg til hann fram bar?

Niðurlag: Áh, hvar er mítt barn í dag?
Áh, hvar er mítt barn í dag?
Tú veitst, at eg
enn sum fyrr elski teg –
áh, hvar er mítt barn í dag?

2. Eitt sinn tað reint sum døggin var,
lá saman við mær á knæ,
í hjarta og munni sannleik bar –
áh, hvar er mítt barn í dag?

3. Gævi, at eg í dag teg fann
so reint, sum eg sá teg tá,
tá tos títt og smíl mítt hjarta vann,
tá ljós yvir heimi lá!

4. Far, finn mítt vilsta barn í dag,
far, fá mær tað, sum tað er!
Sig, eg enn sum áður elski tað,
eitt heim hjá tí enn er her!

FavoriteLoadingGoym tekstin