Hvar eru tey nú?

Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Hvar eru tey nú?
Fólk sum eg kendi, tá lívið var morgun.
Andlit, ið brosaðu furað av lívinum,
markað av gleði og sorgum.

Hvar eru teir nú?
Vinir, ið beistaðust, niðri við strond,
gjørdu sær flakar og ótættar smáttur,
bygdu óverulig lond.

Hvar er hon nú?
Gentan, ið tók meg um ungdómsins gátt.
Hon, ið gav mær tann fyrsta kossin
eina regntunga óveðursnátt.

Hvar eru tey nú?
Ungfólk, ið eldist av lívi og royndum,
førdu seg ósmæðin fram fyri heimin,
grótu av trega í loyndum.

Hvar eru vit nú?
Viltust á lívsins krókutu gøtum.
Barndómsins lond liggja heiðin og oyði
bert vitja í stolnum løtum.

FavoriteLoadingGoym tekstin