Hvar fert tú, hvar fert tú

Lina SandellVictor Danielsen
Orð: Lina Sandell
Lag: Ókendur
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Vart går du, vart går du, o människa, säg? / Hvor går du, hvor går du

1. Hvar fert tú, hvar fert tú – áh, svara nú mær –
hvønn veg liggur leið tín, hvar ætlar tú tær,
hvat virkar tú fyri á foldum?
Hvat talar og hugsar tú, hvat er títt stríð,
og hvør er tín tráan ta stokkutu tíð,
til kaldur tú liggur í moldum?

2. Minst, týdningarmikið er hetta, tí brátt
er lívið at enda, og niða og nátt
tær bíðar, um Gud tú ei kendi!
Tú steðga og hugsa, ger skjótt tað, tú gert,
ver vísur í, at ikki hagar tú fert,
sum ei er á neyðini endi!

3. Minst til, at um heimin tú hevur til gud,
so eigur tú hann sum tín einasta lut
og síðani Helvitis pínu!
Men søkir tú Jesus, tú vita skalt tað,
at Jesus teg elskar, hann stendur í dag
og spyr eftir sálini tíni.

4. Bert eitt varir um, royn at fata tað, tú!
Mót hesum alt annað, sum lokkar teg nú,
er hálmur og øska og einki:
At eiga í hjarta og samvitsku ró,
at kenna hitt bjargandi, reinsandi blóð,
sum loysir úr myrkursins leinkju.

5. Tú einaferð fara mást foldini frá,
og um tú ei kennir tín Frelsara tá,
hvør skal tá tín hjálpari vera!
Kom, trúgv tí á Jesus, sum frelsa teg kann,
tú kenn tína neyð, at tær tørvar júst hann,
ið frían frá synd teg kann gera!

FavoriteLoadingGoym tekstin