Hvar finnur mítt hjarta hin sælasta frið?

Orð og lag: N. L. Ridderhof
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hvar finnur mítt hjarta hin sælasta frið?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus!
Hvar finni eg klettin, eg hvíla kann við?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.

Niðurlag: Hjá Jesus, hjá Jesus
har trívist mín sál so ósigandi væl;
tað ikki kann fatast,
í orð ei kann latast,
hvør sáligt tað er hjá Jesus.

2. Tey lívsvatnsins Orð, sig, hvar finni eg tey?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.
Hvar finni eg staddur í oyðimørk breyð?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.

3. Hvar finni eg hvílu, tá sálin er mødd?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.
Hvar finni eg kraft, tá ið leiðin gerst brøtt?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.

4. Hvar verði eg fyltur við Anda og kraft?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.
Og hvar verður loyst hvørt eitt fjøtrandi haft?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.

5. Hvar savnast hin blóðkeypti skarin ein dag?
Hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.
Tá síggja vit tað, vit í trúgv hava sæð,
hjá Jesus, ja, bert hjá Jesus.

FavoriteLoadingGoym tekstin