Hvar finst á jørðini skattur

Orð: H.P. Mollerup
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvar finst á jørðini skattur tann,
sum hjartað í frið kann hava!
Ta lukku, sum ein her niðri fann,
hann mangan við sorg má grava.

Niðurlag:
Ein gleði bert er
á foldum her,
ta gleði fær tann, sum til krossin fer
og trýr, at Jesus hans straff har ber –
har friður er.

2. Trúgv ei, at Jesus ei elskar teg,
um djúpt enn í synd tú liggur!
Og um tú enn gekst tín egna veg,
hann júst eftir tær nú hyggur.

3. Sig ei, at hetta er nógv ov lætt,
tann gáva, sum Harrin gevur!
Hjá okkum lætt er tað, tað er satt,
men tungur var krossins vegur.

4. Við Jesu hjarta er friður bert,
og har tiga aðrar røddir;
og sælur tú, tá tú hagar fert
av synd og av sorgum møddur!

FavoriteLoadingGoym tekstin