Hvar skal eg frá tíni ásjón fara

Orð: Jákup Olsen
Lag: Leivur Guttesen, Oscar Ahnfelt

1. Hvar skal eg frá tíni ásjón fara,
hvar kann Andi tín mær fylgja ei,
hvar kanst tú meg, Harri, ikki varða,
nær kanst tú ei síggja mína leið!
Um eg vildi upp til Himmals stíga,
vil eg teg jú, Harri, finna har,
vil í deyðaríkinum eg bíða,
ert tú eisini, áh, Harri, nær!

2. Hvar her niðri so enn ferðin stendur,
ei eg, Harri, flýggja kann frá tær,
hvar so enn mín lítli bátur lendir,
eri eg tær, Harri, líka nær!
Vil eg taka morgunroðans veingir,
bústað reisa við ta ytstu strond,
einki meg frá tær, áh, Harri, steingir,
altíð heldur mær tín sterka hond!

3. Undurfult er hetta, Orðið sigur:
Sterku armar tínir halda mær;
lív og sæla, gleði, trygd og friður
flóta til mín, Harri, her frá tær.
Goymdur væl í báðum tínum hondum
hvíli eg nú lyftum tínum á,
til eg loystur har á heimsins strondum
ævigt, ævigt vera skal tær hjá.

4. Lær tú okkum tá her niðri, Harri,
hjartans ófrið allan stilla her,
ver í Andanum tú okkum nærri,
og í trúnni okkum uppi ber!
Tú, sum her í báðar tínar hendur
teknað hevur fólk títt einaferð,
frelsa skalt, ið hvussu alt sær vendir –
henda vissa trygd til hjartað ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin