Hvar sum helst við Jesusi eg fari trygt

Orð: Jessie Brown Pounds, Helen C. Alexander
Lag: Daniel B. Towner
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvar sum helst við Jesusi eg fari trygt,
hvar sum helst hann leiðir meg, er eingin frykt,
hvar sum helst foruttan hann er gleðin deyð,
hvar sum helst við Jesusi er eingin neyð.

Niðurlag:
Hvar sum helst,
hvar sum helst,
óttast kann eg ei,
hvar sum helst við Jesusi er lívsins leið.

2. Hvar sum helst við Jesusi ei einsligt er,
onnur kunnu svíkja, Jesus ei tað ger;
tó hans hond meg leiðir gjøgnum dapran dal,
hvar sum helst við honum eg tó takka skal.

3. Hvar sum helst við Jesusi eg hvíla kann,
tó at dimmi náttarskuggi dagin vann;
tí eg veit, eg síggi skjótt hin bjarta dag,
sum mín sál í trúnni hevur longu sæð.

FavoriteLoadingGoym tekstin