Hvar tú ert, og hvat tú gert

Hvar tú ert, og hvat tú gert,
altíð sannleik sig!
Arbeið ella leikur bert
– altíð sannleik sig!
Set tær hetta eina mál,
grav tað djúpt i sinn og sál,
viljan herð sm blanka stál,
altíð sannleik sig!

Sannleikur frítt høvdið ber,
altíð sannleik sig!
Ljót og lúrin lygnin er,
altíð sannleik sig!
Hann ein ræddur trælur var,
sum úr knípu slepti sær,
bert við lygn; – nei, djarvur far,
altíð sannleik sig!

Fórt tú skeivur, treiskast ei,
altíð sannleik sig!
Sigurrík er sannleiksleið,
altíð sannleik sig!
Hann, sum fram við lygnum fer,
verri hann tað illa ger;
gakk tí beint, og maður ver,
altíð sannleik sig!

FavoriteLoadingGoym tekstin