Hvar verður allar ævir tú?

Orð: Elisha A. Hoffman
Lag: John H. Tenney
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvar verður allar ævir tú?
Gud vendir sær til hjarta títt,
svara nú, sál, sig greitt og frítt,
hvar verður allar ævir tú?

Niðurlag:
Hvar verður tú?
Hvar verður tú?
Hvar verður allar ævir tú?

2. Hvar verður allar ævir tú?
Velur tú Kristus nú í dag,
Himmalin verður tá títt stað;
hvar verður allar ævir tú?

3. Hvar verður allar ævir tú?
Koyrir tú Kristus frá tær her,
sál tín í ævigt myrkur fer;
hvar verður allar ævir tú?

4. Æviga frelstur nú og her –
hvør kann av okkum siga tað?
Tann, sum á Jesus trýr í dag,
æviga frelstur, tryggur er!

FavoriteLoadingGoym tekstin