Hvat barn er tað, sum friðfult, stilt

William Chatterton Dix
Orð: William Chatterton Dix
Lag: Enskt, fyri 1642 (Greensleeves)
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: What child is this?

1. Hvat barn er tað, sum friðfult, stilt
í fangi Mariu svevur,
sum einglafjøld
hitt myrka kvøld
við lovsongi heiður gevur?

Niðurlag: Hann, Kristus, kongur er,
sum einglaskari lovsong ber.
Far, far, og ver tú við
at lovsyngja konga Kongi.

2. Hví er hann lagdur í krubbu har,
har neyt og asnar eta?
Ja, hvør er hann,
fyri syndaran
seg sjálvan so lágt vildi seta?

3. Kom, gull og roykilsi, myrra við
úr hjartadýpinum ber tú.
Far honum mót,
fell við hans fót
og við í Guds herskara ver nú.

FavoriteLoadingGoym tekstin