Hvat barst tó á í nátt

Orð: Gunnar Grosen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen

Hvat barst tó á í nátt
– slík dýrd og megi?
Fullmáni – tó so brátt
var sum sól á degi!
Hirðar hoyrdu einglasong
berast út um Betlehems ong.
Gleðilig boð bar tað einglanna lið.
Gleðilig boð um Guds frelsu og frið.
Góðska Guds ber øllum av:
egnan son hann okkum gav.
Harra hálovið á himni!
Halleluja!

FavoriteLoadingGoym tekstin