Hvat boðar nýárs signað sól

Orð: Matthías Jochumsson
Lag: Christoph Ernst Friedrich Weyse
Týtt: Símun av Skarði

1. Hvat boðar nýárs signað sól?
Hon boðar náttúrunnar jól,
hon birtir lív, hon gevur ráð,
hon ljómar heit av Drotsins náð.

2. Sum sonur Guðs fyrr gekk umkring,
hon gongur ársins fagra ring
og leggur smyrsl á lívsins sár
og grøðir mein og turkar tár.

3. O, sjá tú Drotsins bjørtu breyt,
tú barn, sum óttast vetrartreyt;
í sannleik, hvar sum sólin skín,
er sjálvur Guð at leita tín.

4. Tí ræðst tú ei, tó kalt er her,
og heimsins yndi følnað er;
Guð veitir tær víst lívd og skjól,
í hendi hans er jørð og sól.

5. Hann hoyrir stormsins hørpuslátt,
hann hoyrir barnsins andadrátt,
hann hoyrir sínum himni frá
hvørt hjartaslag títt foldum á.

6. Í hendi Guðs er hvør ein tíð,
í hendi Guðs er alt várt stríð,
vár gleði og vár sorg so sár,
hitt mikla djúp, hitt lítla tár.

7. Í almáts góðu hendi hans
er lagna okkar kalda lands,
vár vøgga, vegur, bygd og grøv,
tó búgva vit við ytstu høv.

8. Vár sól og dagur, Harri vár,
tú veri verndin vár í ár.
O, Drottur, hoyr várt hjartans mál,
í hendi tær er lív og sál.

FavoriteLoadingGoym tekstin