Hvat boygdi, Jesus, høvur títt?

Orð: Anne Ross Cousin
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvat boygdi, Jesus, høvur títt?
Mín synd varð løgd á teg,
mín svára dóm og myrkur mítt,
ta skuld, ið tyngdi meg,
alt, alt tú bart,
eitt offur vart;
tí tyngir einki meg.

2. Í míni skál var deyði, bann,
hon full var fyri teg;
hvør dropi rætt sum eldur brann –
tóm er hon fyri meg.
Ja, kærur var
eg, Jesus, tær –
tú drakst tað fyri meg!

3. Jehova lyfti koyril sín,
hann fall, hann fall á teg,
so sára sló teg Faðir tín,
tí slær hann ikki meg;
ja, tíni tár
og tíni sár,
tín pína grøddi meg!

4. Sum ódnarstormur vreiðin brann,
og hvirlan bar á teg,
úr barmi tínum blóðið rann,
tað lívdi fyri meg;
tín sál varð særd,
tín ásjón bard –
tí gleðir lognin meg.

5. Gud segði: Vakni svørðið mítt!
Og høggið hitti teg,
tess hita køldi blóðið títt,
tú bøtti fyri meg;
hitt blanka blað,
nú svevur tað
og hóttir ikki meg.

6. Ja, Jesus, tað var frelsa mín,
at deyðin rámti teg!
Tú reis og fórt til Faðir tín
og livir fyri meg;
har byggir tú
mær gylta búð,
og so tú heintar meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin