Hvat er ein menniskja?

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

tað er okkurt her í býnum
ið fer frá húsi til hús
tey rópa tað forkølilsi
men eg veit at:

eygu tey hyggja
eygu tey hata
eygu tey slatra
eygu tey elska

mamma mín rópar meg sonur
orsaka, eg spyrji bara
hvat er ein menniskja?
hvat slag av kærleika?

tað verður smurt uppá breyðið
kemur við vindinum
liggur á øllum gøtum
og soleiðis hevur tað altíð verið
tú mást læra hesar lógir
áðrenn tað verður ov seint
at aldri rósa tær sjálvum
tú veitst at:

har situr ein lítil drongur
niðri í mínum hjarta
eg haldi, hann er so skammiligur
hann virkar øgiliga bangin
eg royni at doyva hann
brúki øl og brennivín
men føli meg síðani
sum eitt svín

FavoriteLoadingGoym tekstin