Hvat er Jesus tær?

Orð: Herbert Wallace Cragg
Lag: R. Hudson Pope
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: What is He to you?

1. :,: Hvat er Jesus tær? :,:
Onnur eiga frelsuna,
kenna náðisólina,
geva Gudi dýrdina.
Hvat er Jesus tær?

2. :,: Hvat er Jesus tær? :,:
Hann, sum kom av hæddini,
náði sína prógvaði –
til at frelsa teg og meg.
Hvat er Jesus tær?

3. :,: Hvat er Jesus tær? :,:
Er tín sorg og freisting svár,
fyllir eygað mangt eitt tár,
sum tær møtir hvørt nýtt ár.
Hvat er Jesus tær?

4. :,: Er hann einki tær? :,:
Er ei reinsað hjarta títt,
trýrt tú ei á boð hans blítt,
frið og gleði býður frítt.
Er hann einki tær!

5. :,: Hann er alt hjá mær, :,:
vinur mín og frelsari,
ljós so bjart á leiðini,
songur, skjøldur, føði við.
Hann er alt hjá mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin