Hvat er lívið ikki herligt

Jákup Veyhe
Orð og lag: Jákup Veyhe

Hvat er lívið ikki herligt at liva
og á bygd er gleðin størst
her angar væl úr hjalli – krov sum eru røst
– og deiligt tvøst
hvat er lívið gott á bygd, gott at liva
her eru øll hvør øðrum nær
pláss er fyri tær og mær og fitta Snar

So tak tá hesa reyðu rósu frá mær
og dansa vilt um vál og veg
ta bygdina eg kjósi
alla tíð eg elski teg

Hvat er lívið ikki herligt, mín kæra
tá tú brosar móti mær
sum eitt tekin um at lívið altíð lær
– men hvar er Snar?
og tann dag á ytstu strond, bæði fara
saman skrásett hond í hond
og tú teskar eymt at eg elski teg

So tak tá hesa reyðu rósu frá mær
og dansa vilt um vál og veg
ta kvinnuna eg kjósi
alla tíð eg elski teg

Hvat er lívið ikki herligt at liva
tá ið kærleikin er nær
og vit elska alt og øll og lítla Snar
– sum er ein ær
– tú – góða lær,
ja, eg veit tú elskar meg
men eg siga skal tær at eg skilji teg
tí at eg elski eisini meg

FavoriteLoadingGoym tekstin