Hvat forðar tær fyri at koma

Orð: Julia H. Johnston
Lag 1: S.D. Goodale
Lag 2: Fólkalag
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: What hinders?

1. Hvat forðar tær fyri at koma,
at koma til Jesus í dag?
Hann býður tær náði og frelsu –
hvat forðar? Sig Harranum tað!

Niðurlag: Hvat er tað, hvat er tað, sum forðar?
Tú kanst verða frelstur í dag;
tín Frelsari stendur til reiðar –
hvat forðar? Kom, sig honum tað!

2. Um gleði og stuttleiki forðar,
hvør skjótt tað at enda alt er!
Ver skjótur, ver skjótur at grípa
ta gleði, sum ei frá tær fer!

3. Hitt troytta, hitt bivandi hjartað
kann leggja seg trygt í hans favn;
lít á hann, sum lovar tær frelsu,
hans orð er hin tryggasta havn!

4. Hvat forðar tær fyri at koma?
Ein ræðsla, sum sigast ei kann?
Hans kærleiki er tær nóg mikið,
hygg ei á teg sjálvan, men hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin