Hvat ger tað, um eg skal lítið eiga

Lag: Oscar Ahnfelt
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvat ger tað, um eg skal lítið eiga
av teim ognum, verðin stríðist við,
tá ið Gud mær gøtuna vil greiða,
og mítt hjarta fær frá honum frið!
Tað ger ei so mikið, hvat ið hendir
her í lívsins stuttu royndartíð,
tá mítt navn í Himli skrivað stendur,
og eg stríða kann hitt góða stríð.

2. Um eg sveitta skal í sólarhita,
ella kuldin bítur, hvat ger tað!
Skjótt eg skal í frið og gleði sita
við Guds borð hin langa, ljósa dag.
Áh, hvat ger tað, um tað navn, eg beri,
nógv er ært av monnum ella ei!
Fegin eg við tær vanvirdur eri,
tú, sum fyri meg gekst deyðans leið.

3. Hvat ger tað, um eina eg skal fara
lívsins torføru og trongu leið!
Hann, ið ærir Gud, skal Gud skjótt æra,
krúnuna fær hann, ið svíkur ei.
Eftir tí, ið størst er, vil eg tráa,
ikki tí, sum verðin kallar stórt;
sanna løn skal eg í Himli fáa,
er mítt lív til Harrans æru ført.

FavoriteLoadingGoym tekstin