Hvat halda tit um Krist?

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 4. februar 2010.

“Hvat halda tit um Krist? Hvør man hann vera?”
Mangt svarið vildi fólkið honum bera.
Ein segði eitt og onkur okkurt annað
– frá gudsmanni til Beelsebul at banna.

Og onkur helt Jóhannes og Elia,
ein annar helt hann vera Jeremia.
Tá spurdi Jesus millum lærusveina,
hvat sjálvir teir um hann nú mundu meina?

Tá mælti Símun, lærusveinur, fyrstur:
“Tú sonur lívsins Gud ert, tú ert Kristus!”
“Tú, Símun Pætur, víst skalt sælur vera!
Tær hold og blóð ei hetta opinbera.”

Og Jesus Pæturi enn greitt tá segði,
at faðir sín tað opinberað hevði.
Ta somu trúgv vil Gud við anda sínum
her opinbera tær í hjarta tínum.

Á klettin tann varð Kristi kirkja grundað,
og hagar inn hann stevnir oss til funda.
Nú meg og teg hann spyr, hvør hann man vera.
Gud gævi, vit sum Pætur, svar øll bera.

FavoriteLoadingGoym tekstin