Hvat hjálpir tær, sál, um so heimin tú vinnur

Orð: Victor Danielsen
Lag: Philip P. Bliss

1. Hvat hjálpir tær, sál, um so heimin tú vinnur,
hvat hjálpir, at ferðin á fold tykist greið!
Um frið ei við Gud gjøgnum Kristus tú finnur,
hvør vónleys og myrk verður tá skjótt tín leið!

Niðurlag:
Hvat hjálpti, hvat hjálpti, at heimin tú vann,
um ei fyri sálina frelsu tú fann!

2. Hvat hjálpir í lættsinni burt sær at venda,
hvat hjálpir í synd seg at gleða í dag!
Tann gleði, tað lættsinni brátt fer at enda,
og syndarin hoyra skal dómstímans slag.

3. Hvat hjálpir í tómari troyst seg at ugga,
hvat hjálpir at líta á menniskjaverk!
Skjótt sært tú ta vón svinna burt sum ein skugga,
skjótt brotnar tann borg, um hon enn tykist sterk.

4. So hoyr tá Guds kall og ei sál tína vága,
men tak móti Jesusi, nú hann er nær!
Hin einasta frelsa, á jørð er at fáa,
sigst ei undan henni, nú her hon býðst tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin