Hvat kann sum navnið Jesus

Orð: Petur William Háberg
Lag: Haldor Lillenas
Viðmerking: Upprunaliga skrivaður til silvurbrúdleypið hjá Annu og Olaf Johansen.

1. Hvat kann sum navnið Jesus
ugga eitt byrðað bróst!
Hvat kann sum tað í sorgum
gera alt lætt og ljóst!
Vakurt tað navnið ljóðar
fyri tí frelstu sál;
hetta navn høgt at gera
er várt hægsta mál.

Niðurlag: Undurfult og stórt er navnið Jesus,
fagrari enn nakað annað navn;
lov og prís og heiður
navnið Jesus eigur
nú og gjøgnum allar ævirnar;
hetta dýra navnið trygt meg leiðir
gjøgnum storm og myrkur dag um dag,
inntil hans særda hond meg
førir inn í Zions stað.

2. Lít at teim farnu døgum,
minst á tey svunnu ár,
hugsa um gleðitíðir,
hugsa um sorgartár!
Hvat hevur havt sítt virði,
hvat var hin trygga havn
gjøgnum alt, ið tær møtti,
uttan Jesu navn!

3. Treystur tí skoða framá,
vita, at hann er við!
Kærleiksfult hann tær fylgir,
gevur tær hvíld og frið.
Verðin er myrk og ótrygg,
ræðist hvønn nýggjan dag;
men tann sál, sum er frelst, kann
hvíla trygg og glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin