Hvat kann syndir burtur tvá?

Robert LowryVictor Danielsen
Orð og lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Hvat kann syndir burtur tvá?
Jesu blóð, og tað aleina;
hvar kann frið títt hjarta fá?
Í tí dýra blóði eina.

Niðurlag: Áh, kelda, dýrabar,
har frið eitt hjarta fær!
Av tí eg rósi mær,
Jesu blóði, tí aleina.

2. Hetta reinan gjørdi meg,
Jesu blóð, og tað aleina;
fríur, frelstur standi eg
í tí dýra blóði eina.

3. Eina hetta frelsa er,
Jesu blóð, og tað aleina;
syndabyrðin burtur fer
í tí dýra blóði eina.

4. Hesum rósi eg mær av:
Jesu blóði, tí aleina;
kom og trúgv, og friðin hav
í tí dýra blóði eina.

5. Sál, sum stríðir, hygg á tað,
Jesu blóð, og tað aleina;
kom, verð reinur nú í dag
í tí dýra blóði eina!

FavoriteLoadingGoym tekstin