Hvat skal eg Jesusi geva

Orð: Lizzie DeArmond
Lag: W.A. Post
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: What shall I bring to the saviour?

1. Hvat skal eg Jesusi geva,
honum, sum lívið mær vann?
Roykilsi, myrra og perlur
ov lítið er fyri hann.

Niðurlag: Jesus, eg beri meg sjálvan,
at tú nú eiga meg kann,
bæði í dag og í ævir,
tú, sum við blóði meg vann!

2. Hvat skal eg Jesusi geva?
Varrar, sum syngja um hann,
føtur, sum ganga hans vegir,
søkja tey lomb, sum hann vann.

3. Jesus, hvat skal eg tær geva?
Altíð eg tæna tær vil,
elska teg, fylgja tær, gera
tað, sum tú sendir meg til.

FavoriteLoadingGoym tekstin