Hvat tykir tær um Jesus Krist

Orð: Elias Blix
Týtt: Edm. í Garði

1. Hvat tykir tær um Jesus Krist?
Tú syndari mást vita vist
tað Harranum at svara.
Tí finnur tú ei svarið fyrr,
enn hann á dómadegi spyr,
tá vilt tú illa fara.

2. Hvat tykist tær um Jesus Krist?
O, syndari, lat ei óvist
títt svar um ævir skriva!
Tí lív og deyði stendur á,
um Kristus rætt tú kenna má.
Gev svar, so tú kanst liva.

3. Sært tú hann bert sum Dávids son,
sum vísan eins og Sálomon
og makt og æru bera,
hann er tó ikki maður tann,
sum lív tí deyða geva kann
og sekan sælan gera.

4. So bið um Andan, at tú má
fyrst tína synd av sonnum sjá
og sárt í hjarta kenna!
Og rópa so úr djúpi út
til Jesus tína sorg og sút,
so angurs tár tey renna!

5. So skalt tú tá við trúnni fá
við øðrum eygum Kristus sjá
og kennast honum nærri;
tá sært tú – meir enn Dávids son –
at hann bar lív og vón í lon,
ja, er tín Guð og Harri.

6. Hvat tykir tær um Jesus Krist?
Tá kanst tú svara satt og vist:
Mín Guð, mín frelsuklettur!
Hann situr við Guðs høgru hond,
men tá ið hann sleit deyðans bond,
í frælsi varð eg settur.

FavoriteLoadingGoym tekstin