Hvat var mítt lív uttan Jesus, mín vin?

Orð og lag: Redd Harper
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hvat var mítt lív uttan Jesus, mín vin?
Tá var eg jú glataður enn!
Hans blóð hevur loyst meg og frelst mína sál,
í mín stað Hann ofraði alt.

Niðurlag: Mín framtíð var myrk, tá Hann fann meg,
men eg, sum var blindur, fekk sjón!
Og nú er Hann ljósið, sum vísir mær veg,
so hvat var mítt lív uttan Hann?

2. Hvat hevur tú gjørt við Jesus, tín vin?
Hann sigur, tú venda mást við!
Um tú opnar hjartað, vil Hann koma inn
og umskifta synd við Sín frið!

Niðurlag: Í dag er ein frelsunnar dagur,
á, lat upp títt hjarta júst nú
og trúgv á Hans Navn, Hann vil frelsa teg nú!
Sig, hvat hevur tú gjørt við Hann?

FavoriteLoadingGoym tekstin