Hvat var verðin uttan Jesus

Orð: Jákup Olsen
Lag: Charles Crozat Converse

1. Hvat var verðin uttan Jesus!
Hon av Gudi bannað varð,
og um ikki hann varð føddur,
enn sín deyðadóm hon bar;
hon tá, stødd í hjálparloysi,
var eitt myrkur uttan ljós,
sum eitt skip í ódnarveðri
uttan kumpass, uttan kós.

2. Hvat er lívið uttan Jesus!
Tað er tómt og myrkt og kalt;
alt hitt góða her á foldum
er við honum burtur fjalt,
uttan hann er eingin gleði,
eingin hjálp í trongd og neyð,
eingin trygd og eingin friður.
Eingin vón – bert grøv og deyð.

3. Vinur, ert tú uttan Jesus?
Ver ei longur uttan hann!
Alt tað, sum er vert at eiga,
eina hann tær geva kann;
vilt tú verða fríur, sælur,
bæði nú og alla tíð,
tak ta frelsu, hann tær býður! –
Ger tað nú, og kallið lýð!

4. Æra, prís og tøkk til Jesus!
Hann leið straff og dóm og deyð
fyri teg og meg at loysa
út úr vanda, sorg og neyð.
Hann, sum kom við boð um hvílu
til ta sál, ið byrðar ber,
hann, sum forðum fallin reisti,
enn í dag hin sami er.

FavoriteLoadingGoym tekstin