Hví er tað so ringt?

Orð og lag: Ova

tað var nú eitt kvøldið. tú segði: set teg her
vit hava gingið runt í hvør sínari verð
tú segði: tí havi eg funnið mær ein annan mann
í kvøld flyti eg, tí eg elski hann

vit tosaðu í langa tíð
eg vil gloyma alt okkara stríð
hví lata alt fara, ið vit hava havt?
uttan teg kann eg einki. saman kunnu vit alt

hví er tað so ringt at koma úr songini um morgunin
eg vil bara droyma meg til ein stað
har kærleikin ikki skal finnast men altíð bara var
ja ja

við køkum og bollum, tú hevði bakað í dag
pakkaði kuffert og fór so avstað
eg stóð og undraðist eitt lítið bil
hugdi runt um meg. hvussu ber tað til?

eg drekki te. hesa longu nátt
eg havi júst skonkt upp í ein kopp
eg eri keddur og mín sorg er so stór
eg skilji ikki, hví tú fór

men eg vil goyma øll minnini
og minnast tíðina ið var tá tú vart her hjá mær
men hví fórt tú frá mær
tú stingur bara av
og eg havi gjørt so nógv fyri teg
vit hava sovið í somu song í so nógv ár
og so fórst tú bara avstað
nei nei

FavoriteLoadingGoym tekstin