Hví ert tú, sál mín

Orð: Valdimar Briem
Lag: Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í juni 1994. Lagið varð skrivað 28. februar 2007.

1. Hví ert tú, sál mín,
í jarðligar hugsanir nigin?
Lít tó á Jesus,
sum nú upp til dýrdar er stigin.
Upp, upp, mín ond,
upp til Guds himmalsku lond,
skýferð um heimin er drigin.

2. Lít tú ei niður
til veraldar vesaldóm mikla
fest ei títt hjarta,
har spillandi deyðsnerrur gykla
Upp, upp, mín ond,
upp til Guds dýrdligu lond,
hátignar heimstaðin mikla.

3. Lít tú ei niður
í sorganna nærbýltu dalir,
far aldri hagar,
har einki tær tunguna svalir.
Upp, upp, mín ond,
upp til Guds friðsælu lond,
ljósins og sælunnar salir.

4. Lít tú ei niður
í helheimsins myrkrið hitt svarta,
ugga har finnur ei
dapurt og dirvisleyst hjarta.
Upp, upp, mín ond,
upp til Guds sólføgru lond,
livandi ljósheimin bjarta.

FavoriteLoadingGoym tekstin