Hví eru Føroyar bert grót og flag?

Hví eru Føroyar bert grót og flag?
So at tað, sum vendir niður, vendirupp.
Ein norskur kongur gandaði tað,
so at tað, sum vendir niður, vendir upp.

Hvat so? Hvat so?
Hvat siga vit um tað?
Jú vit siga: so má vera,
har er onki við at gera,
tí at tað, sum vendir niður, vendir upp.

Á mansins ævi umskiftist mangt,
so at tað, sum vendir niður, vendir upp.
Tað sum fyrr var rætt, kann væl gerast rangt,
so at tað, sum vendir niður, vendir upp.

Picasso hann málar og Ingálvur við,
teir nýta báðir eitt serligt snið,

Og skaldini broyta listina meir,
á óbundnum máli nú yrkja teir,

Hví drekka føroyingar fullar seg?
Teir hella fløskuni skeivan veg,

Teir vísu stýra landinum nú,
og peningapungin tømir tú.

Við slengrikjølin so fenglast teir,
á Smyrli rullar hvaðna meir.

Nú grópar Mikkjal upp Gøtudal,
hann løðir sterkt og hann skjýtur væl.

Og Tróndur hann vendir sær í síni grøv,
tí Mikkjal forstýrar tað arma støv.

Men Øregaard hann dugur at greiða frá,
so smidliga snarar hann orðunum á.

Hvat so? Hvat so?
Hvat siga vit um tað?
Jú, vit siga so má vera,
har er onki við at gera,
tí hann vendir niður tí, sum vendi upp.

FavoriteLoadingGoym tekstin