Hví gleðist eg so

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Jákup Zachariassen

Stundum vit spyrja, hvør meining tað er,
at dagarnir koma, men lívið tað fer!
Børnini royna á veingjum sítt flog! –
Hvat er tað, eg sakni? Hví gleðist eg so?

Sig, hvat tað er, sum tendrar tíni ljós!
Heimið er havnin á ókendu kós….
áh, um tað verður skýming ella myrka nátt,
so er dimmalætting og sól á himli hátt!

Stundum vit spyrja, hvar dagurin fer?
Kanska er svarið, at lívið so er!
Fuglarnir syngja og ró er í lon!
Hvar er nú náttin? Burtur er hon!

FavoriteLoadingGoym tekstin