Hví líður tú kulda og hungur

Orð: Mary Ann Baker
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Hví líður tú kulda og hungur,
tó føði í yvirflóð er
í heiminum hjá tínum Faðir –
hví svøltar og tystir tú her?

Niðurlag:
Kom, kom, syndari, kom!
Nóg mikið í Faðirsins húsi er;
kom, kom, burtvilsti, kom!
Hann fagnar tær væl og teg sælan ger.

2. Kom, syndari, sig við tín Faðir:
Eg syndaði svárt móti tær,
ei verdur at eita tín sonur!
Skjótt letur hann upp fyri tær.

3. Við portrið tín Faðir tær bíðar,
og tráandi hyggur hann út;
av samhugi fult er hans hjarta,
hann gevur tær hvíld fyri sút.

FavoriteLoadingGoym tekstin