Hví liva vit várt lív á foldum?

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 28. apríl 2007.

Hví liva vit várt lív á foldum?
Er alt her uttan mál og mið?
Og enda vit bert undir moldum
sum gloymdar gravir lið um lið?
Tað tungan trega øllum ber,
um miðleys var vár foldarferð.

Sum ferðafólk á foldarvegi
so er várt lív í hesi verð,
í mótgongd, viðgongd, sorg og gleði,
ein slektin kemur, onnur fer
í hetta mikla ferðalag,
sum stevnir fram til evsta dag.

Frá foldum ferðast hesin skari,
tí her ei er várt rætta heim,
har heima stendur Kristus kæri,
ið blíður tekur móti teim,
sum stríddu trúar góða stríð
og royndust trúgv her alla tíð.

O, hoyr, hvat Kristus boðar sínum:
hátt himni á í brúdleypshøll
eitt ævigt heimbýli har mínum
tað tilgjørt er til míni øll,
tí tað er lívsins sanna mál:
eitt ævigt lív og frelsta sál!

Hjálp mær í trúgv tí Gud at renna
tað stutta skeið, sum lívið er,
at tú sum barn títt meg vil kenna,
tá foldarlív mítt endar her.
Ein ævig tøkk tá ljóða skal
til lambið, sum alt gjørdi væl!

FavoriteLoadingGoym tekstin