Hví manst tú ivandi standa

Orð og lag: Herbert H. Booth
Týtt: Jákup Olsen

1. Hví manst tú ivandi standa,
hví bera byrðina enn!
Náði er, sál,
nú í fullasta mál,
til søkkandi kvinnur og menn.

Niðurlag:
Jesus er mentur at frelsa,
mentur í dag,
mentur í dag;
Jesus er mentur at frelsa,
mentur at frelsa í dag.

2. Hevur tú tungliga strevað,
royndi tú ferð eftir ferð?
Frelsu tú ei
fært á hesari leið,
tí verkið alt fullgjørt jú er.

3. Eg var av syndini bundin,
bundin av fíggindans hond;
Jesus meg fann
tá, og mentur var hann
at loysa øll syndanna bond.

4. Vinur, áh, tak nú við frelsu!
Jesus skal leiða teg trygt;
leiða hann skal
teg á vegnum so væl,
til heima tú ert uttan frykt.

FavoriteLoadingGoym tekstin