Hví manst tú so ofta spyrja

Orð: Lina Sandell
Lag: Leivur Guttesen, Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Hví manst tú so ofta spyrja,
hví alt hetta henda má,
hví tú hesa skál skalt drekka,
hví tú hesa sorg skalt fá,
hví teir hørðu, spísku tornir
fjaldu seg hjá rósuni,
og hví hesir hvøssu steinar
liggja her á gøtuni?

2. Spyr ei so! Tín Faðir veit tað,
kennir alt, ið tørvar tær;
prógv upp á hans faðirkærleik
eyga títt so mangan sær,
at tú aldri skuldi ivast
um hans eyma hjartalag,
enntá um hans faðirhendur
geva tær so mangt eitt slag.

3. Hann tær lovaði at fylgja
alla lívsins trongu leið,
hann teg lovaði at føra
á tann veg, tú kennir ei,
ja, hann lovaði at hjálpa,
gjøgnum neyð at bera teg,
og hann heldur tað, hann lovar,
hann kann ikki nokta seg.

4. Allir spurningar tá tagna,
hvørt eitt hví tá leggur seg,
leggur seg við Jesu føtur,
har er skýli fyri teg,
har er rúm til allar byrðar,
syndir, sorgir, alt hjá tær,
lívið og tess stríð og møði
fer í annan búna har.

5. Og um nakrar fáar dagar
greitt og klárt tú alt skal sjá;
Harrin kemur, Harrin kemur,
trúgv við sjón skal býtast tá;
inntil tá tú bert skalt minnast,
hvussu alt enn vendir sær:
Jesus elskar teg – tað eina,
er tað ikki nokk hjá tær?

FavoriteLoadingGoym tekstin