Hví ræðist eg

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

á ja, eg var nakað einaferð
ja, eg kendi eina verð
tá tú vart her hjá mær
nú ert tú har…..
mær leingist eftir tær
mær leingist eftir eini trúgv
uppá, at eg dugi til nakað
og tori at vera eg sjálvur

eg vil vera eg
um eg eri til
innanfyri tað ytra

hví ræðist eg hesa verð?
tak teg saman!
skræð teg leysan nú!
eg ræðist

á ja, tú gav mær mítt sjálvsálit
ja, eg tordi at nýta mítt vit
tá tú vart her hjá mær
nú ert tú har….
mær leingist at tosa við teg
– um trupulleikar og tílíkt
tí saman
við tær kenni eg meg frían
og tori at vera eg sjálvur

eg vil vera tú
um tað ber til
uttaná tí innara

hví ræðist eg hesa verð?
tak teg saman!
skræð teg leysan nú!
eg ræðist

FavoriteLoadingGoym tekstin