Hví skal eg óttast, um sólin ei sær

Orð og lag: Phil Kerr
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Why should I care if the sun doesn’t shine

Hví skal eg óttast, um sólin ei sær?
Gud er mítt ljós, Gud er mítt skjól.
Hví skal eg óttast, um sólin ei sær?
Gud er mín borg og mín sól.
Hann meg aldri vil svíkja,
nú hans hond er mítt læ,
um heyggjarnir víkja
og hvørt fjall fer úr stað, ja,
tó eri eg tryggur – so
hví skal eg óttast, um sólin ei sær,
Harrin mær altíð er nær!

FavoriteLoadingGoym tekstin