Hví skal eg tó syrgja!

Orð: Nils Frykman
Lag: Knut Røhr-Staff
Týtt: Victor Danielsen

1. Hví skal eg tó syrgja! Ein vinur jú er,
sum legði á seg mína neyð,
sum sorg mína á sínum hjarta nú ber,
sum elskar í lívi og deyð.

Niðurlag:
Hann er mær við síðu, tá neyðin er nær,
hann hjálpir og troystar hvønn dag,
og ríkið er mítt, sum hann lovaði mær,
og ein dag eg síggja skal tað.

2. Hann hevur jú valt meg so arman, eg var,
til ogn sína, skatt sín og lut –
ja, náðin, hon eina meg vardi hjá tær –
hvør kærleiki, Harri mín Gud!

3. Eg veit, hann mær hjálpir, hvør trongdur eg stóð,
hann er jú mín klettur, mín borg;
tí um hann meg revsar, so uggar hann tó,
í gleði umskiftist mín sorg.

4. Eg óttist ei meir fyri Helvitis makt,
Gud Ísraels klettur mín er,
ja, hann skal meg verja, tað hevur hann sagt,
ei frá síni brúður hann fer.

5. So ferðist eg trygt mót tí glitrandi stað,
tó her eg mangt grunnbrotið sá,
tí havnina stillu eg nái ein dag,
og hvíluna har eg skal fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin