Hví standa við dyrnar?

Fanny CrosbyVictor Danielsen
Orð: Frank Gould (Fanny Crosby)
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Over the treshold

1. Hví standa við dyrnar?
Hví fara avstað
við byrðini, hjarta títt ber?
Hví standa við dyrnar? Kom inn nú í dag!
Tín Frelsari bíðar tær her.

Niðurlag: Nú, kom sum tú ert!
Ta byrði, tú bert,
tók Jesus og legði á seg;
hví standa við dyrnar?
Kom inn nú í dag!
Kom, náðin er frí fyri teg!

2. Hví standa við dyrnar?
Kom, leita til hann,
tann læknan, sum altíð veit ráð!
Kom, drekk av tí keldu, úr sárum hans rann,
og heilsu skal sál tín tá fá!

3. Hví standa við dyrnar?
Ger álvara av,
og nem við hans klæði í dag!
Tak móti tí æviga lívi, hann gav,
hoyr orðið og lít nú á tað!

4. Hví standa við dyrnar?
Ei lívd fært tú har;
men Jesus skal vera títt skjól;
kom inn nú, og lýsa hon skal fyri tær,
hin æviga himmalska sól!

FavoriteLoadingGoym tekstin