Hví svarar tú ikki Guds tilboði ja

Orð: Effie Wells Loucks
Lag: Louis D. Eichhorn
Týtt: Victor Danielsen

1. Hví svarar tú ikki Guds tilboði ja,
tó verðin er oyðin og tóm!
Hví vilt tú í óvissu liva tín dag
og ganga til ævigan dóm!

Niðurlag:
Svara tó ja í dag,
í dag, í dag,
drála ei, sál tína kosta kann tað,
svara tó ja í dag!

2. Tá Andin teg minnir, minst, kanska tú fært
ei nakað slíkt tilboð aftrat!
So tak móti ljósi, nú ljósið tú sært,
stíg yvir og frelsa teg lat!

3. Mót Jesusi tak, og so óttast tú ei,
hvat framtíðin bera tær kann!
Tak móti Guds náði, so førir tín leið
til heimið, sum Jesus tær vann!

FavoriteLoadingGoym tekstin