Hví trokast mannamúgvan so

Orð: Emma Campbell
Lag: Theodore E. Perkins
Týtt: Victor Danielsen

1. Hví trokast mannamúgvan so,
hví bera tey slík skundig boð?
Hví flokkast tey so dag um dag,
nú her, nú har, hvat merkir tað?
:,: Av hvørjum munni svarið er:
Jesus úr Nasaret kemur her! :,:

2. Og hesin Jesus, hvør er hann,
ið slíka rørslu elva kann?
Hví virkar hetta navnið so?
Hví elskar fólk so hesi boð,
:,: at fegin hvør til fundar fer:
Jesus úr Nasaret kemur her! :,:

3. Jú, tað er hann, sum grøðir øll
í smáttu og í høvdings høll;
og hvør, sum líður, skundar sær,
tá rópið ljóðar: Hann er nær!
:,: Hitt orðið gleði við sær ber:
Jesus úr Nasaret kemur her! :,:

4. Tit syndafullu, komið nú!
Tú troytta sál, hví drálar tú?
Tú vilsti sonur, vend nú við!
Hann býður náði, býður frið;
:,: tú falni, hjálp í hondum er:
Jesus úr Nasaret kemur her! :,:

5. Men veitir tú tí ongan ans
og spottar allan kærleik hans,
so vendir hann sær frá tær brátt,
og einaferð í myrku nátt,
:,: tá hjálp tú søkir, svarið er:
Jesus úr Nasaret var jú her! :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin