Hví varð hann negldur til Golgata træ?

Orð og lag: John M. Moore
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Hví varð hann negldur til Golgata træ?
Hví, sig mær, hví hekk hann har?
Jesus, sum vónbrotin hjørtu ger glað,
hví, sig mær, hví hekk hann har?

Niðurlag: Løgd varð á hann øll mín misgerð og skuld,
hann tók tað sjálvur á seg.
Kvittað hvør synd, bæði sjónlig og duld,
hann galt tað alt fyri meg.

2. Hví fleyt frá Jesusi slík kærleiksflóð?
Hví man hann elska meg so?
Óuppiborið – meg elskar hann tó,
hví man hann elska meg so?

3. Hví skal eg firnast hans kærleika tá?
Hví, áh, hví óttast skal eg?
Nei, eg nú á hann meg heilt líta má,
hví, áh, hví óttast skal eg?

FavoriteLoadingGoym tekstin