Hví vilja tit doyggja? Áh, vendið tó við

Orð: Josiah Hopkins
Lag: Adoniram J. Gordon
Týtt: Victor Danielsen

1. Hví vilja tit doyggja? Áh, vendið tó við,
nú Harrin so nær er og býður sín frið,
nú Frelsarin stendur og breiðir út favn –
tit sálir í vanda, nú leitið í havn!

2. Hvør fáfongd at hugsa, at alt verður gott,
um longur tit steðga – tað líður mót nátt!
Kom, sjúkur, kom tystur, kom, júst sum tú ert!
Tær nýtist at drekka av streyminum bert.

3. Í ríkdómi, stuttleika, hvat fanst tú har,
sum grøddi ta pínu, ið hjarta títt bar!
Ja, hvat var í øllum, sum heimurin beyð,
hitt sinn, tá ið hótti teg vandi og neyð!

4. Hitt líðandi hjartað kann heilsubót fá,
og deyð fáa lívið – hví ivast tit tá!
Um syndin teg tyngir, hann tók hana burt,
hitt grátandi eyga hann gera vil turt.

FavoriteLoadingGoym tekstin