Hví vilt tú óttast, áh, mín sál

Orð: Jákup Olsen
Lag: George T. Smart, Jessie S. Irvine

1. Hví vilt tú óttast, áh, mín sál,
á óndum døgum her,
tá fíggindin bert óndskap sín
og háð og hatur ber!

2. Tann Frelsari, sum tók teg upp,
tá tú fortaptur var,
hans hjartalag er líka eymt,
sum tá hann heim teg bar.

3. Hans kærleik, sum teg loysti út,
tú eigur her hvønn dag;
tann Gud, sum tá teg tók til sín,
ei broytist – lít á tað!

4. Er Gud tær góður, áh, mín sál,
og stendur hann við tær,
tá alt, ið her tær møta kann,
ein bráðan enda fær!

5. Hann unnir børnum sínum gott;
hvørt lyfti, Orðið ber,
í Jesusi tað alt er ja,
í honum amen er.

6. Hann hevur børnum sínum goymt
ein sælan, ljósan stað;
har uppi faðirhúsið er –
mín sál, áh, gloym ei tað!

7. Tú, Harri, tókst jú meg í hond,
tín vongur skýlir mær,
við ráði tínum leiðir tú
meg upp til dýrd hjá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin