Hví vilt tú sum trælur bera

Orð: Niels Peder Madsen
Lag: L.M. Lindeman
Týtt: Victor Danielsen

1. Hví vilt tú sum trælur bera
lógarinnar ok og bann,
tá ið tú kanst fríur verða
og Guds náði eiga kann!

2. Nær hon er tær í Guds orði
sum ein gáva – trúgv tí bert!
Jesus hevur dómin borið,
tú kanst koma, sum tú ert.

3. Deyði hans og kvøl á krossi
veita grøðing æviga,
og Guds børn á hesum plássi
boða tær tí frelsuna.

4. Dýra orð til sálir allar:
Krossurin er frelsa tín!
Kom tí, kom, nú Harrin kallar,
trúgv, og náði hans er tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin