Hvíl teg í Guði, dýrtkeypta sál

Orð og lag: Fanny Crosby
Týtt: Jákup Olsen

1. Hvíl teg í Guði, dýrtkeypta sál,
Jesus, Hann skal teg føra á mál;
alt kanst tú leggja yvir á Hann,
Hann fyri teg á krossinum vann!

Niðurlag: Legg alt á Jesus, ger tað í trúgv,
høgt á tí Kletti festi tú búgv!
Lít bert á Harran, Hann er títt skjól,
vera tær skal Hann skjøldur og sól!

2. Mitt undir lívsins órógv og stríð,
freistaður, veikur tíð eftir tíð,
Kletturin, Jesus, vikast tó ei,
Hann vil teg aldri svíkja, o, nei!

3. Ert tú av sjúku plágaður her?
Harrin tær hesi boðini ber:
Eg tínar sjúkur legði á Meg,
Eg allar pínur bar fyri teg!

4. Stúran og ótta, órógv og neyð,
ger tú við tað sum Harrin tær beyð;
ber ongar byrðar, legg tær á Hann,
Hann jú í øllum hjálpa tær kann!

5. Gleð teg í Guði, hvíl teg í frið,
Harrin er sjálvur við tína lið!
Harrin tær gevur, fyll tína sál,
Hann vil tær skeinkja fullasta mál!

FavoriteLoadingGoym tekstin