Hvíl teg í Gudi, dýrt keypta sál

Fanny Crosby
Orð: Fanny Crosby
Lag: Phoebe Palmer Knapp
Týtt: Jákup Olsen

1. Hvíl teg í Gudi, dýrt keypta sál!
Jesus teg brátt skal føra á mál;
alt kanst í trúgv tú leggja á hann,
sum fyri teg á krossinum vann.

Niðurlag: Legg alt á Jesus, ger tað í trúgv,
høgt á tí kletti festi tú búgv!
Lít bert á Harran! Hann er títt skjól;
vera tær skal hann skjøldur og sól.

2. Her undir lívsins órógv og stríð,
freistaður, veikur, tíð eftir tíð,
kletturin, Jesus, vikast tó ei,
aldri vil Jesus svíkja teg, nei.

3. Stúran og ótta, órógv og neyð,
ger tú við tað, sum Harrin tær beyð:
Ber ongar byrðar, legg tær á hann!
Jesus í øllum hjálpa tær kann.

4. Gleð teg í Gudi, hvíl teg í frið!
Harrin er sjálvur við tína lið,
Harrin tær gevur, fyll tína sál!
Hann vil tær skeinkja fullasta mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin