Hvíldarleys reika menniskju íkring

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hvíldarleys reika menniskju íkring,
megna ei bróta óttans ónda ring.
Bert, troytta sál, hjá Jesus tú gerst sæl,
alt Hann kann gera væl.

2. Vónrænda sál, er myrkt har fyrr var ljóst?
Vend um til Jesus, hvíl teg við Hans bróst,
Hygg á Guðs Lamb og sanna víst tú skalt,
Hann fyrigevur alt.

3. Kom, sum tú ert til Hann, á, kom í dag!
Hann, sum á krossi doyði í tín stað,
turka Hann man hvørt tár av tínum kinn,
lat Hann í hjartað inn.

4. Himmalin bíðar, Jesus kemur skjótt,
síni Hann heintar áðrenn myrk gerst nátt.
Skalt tú tá verða við til Himmalin?
Kom, tú ert boðin inn.

FavoriteLoadingGoym tekstin