Hvítari ger meg enn hvítasta snjó

Orð: Eliza Edmunds Hewitt (1. og 2. ørindi og niðurlagið) og Jóhan við Neyst (3. ørindi)
Lag: William James Kirkpatrick
Týtt: Jóhan við Neyst (1. og 2. ørindi og niðurlagið)
Upprunaheiti: Oh for a heart whiter than snow

1. Hvítari ger meg enn hvítasta snjó,
synd mína tváa kann eina títt blóð.
Reinsa burt sjálvgóðsku, hugmóð og stríð
í tínum blóði, mín sál hon er frí.

Niðurlag: Hvítan meg ger, hvítari enn snjó,
lær tú meg at boða tey tíðindi góð,
at blóð títt enn er ein frelsandi flóð.
Hvítari ger meg enn hvítasta snjó.

2. Hvítari ger meg enn hvítasta snjó,
lær meg at fylgja tær á tíni slóð.
Hvílu mær gev nú við trúgv bert á teg,
tá fari eg hagar, tú sendir meg.

3. Hvítari ger meg enn hvítasta snjó,
reinsa mítt sinni í náðinnar flóð.
Um myrku skýggini leggjast meg á,
í tínum blóði er megi at fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin