Hvítusunnudag tað var

Símun av Skarði
Orð: Símun av Skarði

1. Hvítusunnudag tað var,
Andin Halgi á foldum gisti,
ljós og ugga við sær bar,
myrkrið veldi sítt tá misti.
Bjartari skein halgi login
enn í fjøllum morgunroðin.

2. Losnaðu tá tungubond,
orðið barst at mannasálum,
síðani um heimsins lond
ljóðar tað á øllum málum,
fyri gomlum, fyri ungum
ljóðar tað á øllum tungum.

3. Biðjum vær og hevjum mál,
biðjum til tín, Halgi Andi:
Ugga hvørja særda sál,
myrkrið rek úr hesum landi.
Halgi Andi, ljós og gleði
birt á hvítusunnudegi!

4. Birt tú halga ljósið títt
bæði í skúla og í kirkju,
so tað lýsir reint og frítt
yvir mansins øllum yrki.
Góði Guð og Halgi Andi
lýsi signing yvir landið!

FavoriteLoadingGoym tekstin